NÝGGIR PATIENTAR
Tannlæknastova hevur síðan 1980 verið í sundalagnum og hevur veitt viðgerð, bæði til vaksin og børn.
Hans Jørgen Jensen, tannlækni, byrjaði hetta verk og hevur gjøgnum næstan 25 ár við sínum ein mans heri, veitt hesa tænastu til alt umhvørvi í sundalagnum inntil hann fór burtur í 2006.
Í 2007 tók Oddmar Færø við sum tannlækni í Sundalagnum.
Virksemi er økt síðan , soleiðis at vit í dag hava 2 tannlæknar, 1 tannrøktara, 3 tannástøðingar í starv. Tannteknikkari er eisini knýttur at Tannstovuni.
Mestsum øll tannviðgerð fæst í dag í sundalagnum og eru vit fegin at hjálpa tær um tørvur er fyri tí.
Tú kanst altíð ringja og fáa eitt prát við okkum.
NÝGGJUR EIGARI

Sonja T. Lamhauge verður nýggjur stjóri á Tannstovuni
Sp/f Tannstovan í Hvalvík, sum Oddmar Færø stovnaði og rak, fær nú nýggjan eigara.
Avtala er gjørd við Sonju T. Lamhauge, tannlækna, at taka við sum stjóri í Sp/f Tannstovuni tann 15. juli í ár.
Sonja hevur starvast á Tannstovuni síðstu 9 árini, síðan lestrarlok í 2017.
Anna Maria Færø takkar samstundis fyri tey 19 árini, hon og Oddmar høvdu á Tannstovuni í Hvalvík og ynskir Sonju blíðan byr framyvir og takkar fyri gott samstarv.
Nýggi eigarin, Sonja T. Lamhauge sigur, at ætlanin er, at Tannstovan verður rikin á sama hátt sum áður og fer at veita somu tænastur og viðgerðir til kundarnar.
Øll skulu framyvir, eins og í dag, vera hjartaliga vælkomin á Tannstovuna í Hvalvík.
UM OKKUM

Tannstovan bjóðar eina breiða viftu av viðgerðum, sum allar eru á hægsta støði. Alt frá fyribyrgjandi kanningum og tannreins til restorativa og prostetiska viðgerð, umframt tannrættan av kosmetiskum slagi, implantat ísetan, krúnur og brúgvar. Alt gjørt við tí nýggjastu teldustýrdu tøkni.
Tannlæknastova hevur síðan 1980 verið í sundalagnum og hevur veitt viðgerð, bæði til vaksin og børn.
Hans Jørgen Jensen, tannlækni, byrjaði hetta verk og hevur gjøgnum næstan 25 ár við sínum einmans heri, veitt hesa tænastu til alt umhvørvi í sundalagnum inntil hann fór burtur í 2006.
Í 2007 tók Oddmar Færø við sum tannlækni í Sundalagnum.
Virksemi er økt síðan, soleiðis at vit í dag hava 3 tannlæknar, 1 tannrøktara, 4 tannatstøðingar í starvi.
Tannteknikkari er eisini knýttur at Tannstovuni.
Mestsum øll tannviðgerð fæst í dag í sundalagnum og eru vit fegin at hjálpa tær um tørvur er fyri tí.
Tú kanst altíð ringja og fáa eitt prát við okkum.

TÆNASTUR
35
ÁRA ROYNDIR
5.000
NØGDIR KUNDAR
10
GLAÐ STARVSFÓLK
STARVSFÓLK

SAMBAND
Her eru vit
Upplatingartíðir
Mánadag til fríggjadag frá 8:00 til 16:00










