top of page

BARNA- OG

UNGDÓMS-

TANNRØKT

Tannstovan veitir øllum børnum og ungum frá 0 til 17 ár í Sunda- og Eiðis kommunu alla neyðuga tannrøkt.  

​

Børnini koma fyrstu ferð, tá tey eru uml. tvey ára gomul. Síðani koma tey regluliga til kanningar. Vit senda kort út til heimið, nær børn ella ung skulu møta.

 

Tannrætting

Sertannlækni í tannrætting kannar allar næmingar í 6. flokki. Sertannlæknin metir um, um tenninar skulu rættast, og nær viðgerðin byrjar. Tannrættingin er ókeypis, men treytað av, at tenninar verða væl røktar.

 

Tannskaðar

Tannstovan viðger allan tannskaða, til tey ungu fylla 18 ár.

Í summum førum er neyðugt at bíða endaliga at viðgera skaða til 20 ára aldur ella seinni. Tað er tí umráðandi, at hava eina trygging, ið umfatar tannskaða. Skaðin skal verða fráboðaður tryggingini beinavegin. Tannlæknin hjálpir at fylla út skjølini.

 

Hjálpið barninum

Børn hava ikki neyðuga handalagið at busta tenn, fyrr enn tey eru 10-12 ára gomul. Tí eiga foreldur at busta tenninar hjá barninum dagliga.

 

Tannstovan vegleiðir og hjálpir

Hava tit okkurt at spyrja um viðvíkjandi tænastuni hjá barna- og ungdomstannrøktini, eru tit vælkomin at tosa við okkum.

bottom of page