NÝGGIR PATIENTAR
Tannlæknastova hevur síðan 1980 verið í sundalagnum og hevur veitt viðgerð, bæði til vaksin og børn.
Hans Jørgen Jensen, tannlækni, byrjaði hetta verk og hevur gjøgnum næstan 25 ár við sínum ein mans heri, veitt hesa tænastu til alt umhvørvi í sundalagnum inntil hann fór burtur í 2006.
Í 2007 tók Oddmar Færø við sum tannlækni í Sundalagnum.
Virksemi er økt síðan , soleiðis at vit í dag hava 2 tannlæknar, 1 tannrøktara, 3 tannástøðingar í starv. Tannteknikkari er eisini knýttur at Tannstovuni.
Mestsum øll tannviðgerð fæst í dag í sundalagnum og eru vit fegin at hjálpa tær um tørvur er fyri tí.
Tú kanst altíð ringja og fáa eitt prát við okkum.
NÝGGIR PATIENTAR
Vit bjóða øllum nýggjum patientum vælkomnar. Fyrstu vitjan gera vit eina gjølla kanning, ið verður nýtt at upprætta journal við. Verður tørvur fyri viðgerð, gera vit eina viðgerðarætlan í samsvari við tíni ynskir og eisini eina kostnaðarætlan. Fyri at lætta um fyrstu vitjana, skalt tú:
-
Hava við tær eitt yirlit yvir heiligvág, sum tú tekur
-
Verða í góðari tíð (10 min. áðrenn), so vit kunnu upprætta eina journal
Hjartaliga vælkomin!