NÝGGIR PATIENTAR
Tannlæknastova hevur síðan 1980 verið í sundalagnum og hevur veitt viðgerð, bæði til vaksin og børn.
Hans Jørgen Jensen, tannlækni, byrjaði hetta verk og hevur gjøgnum næstan 25 ár við sínum ein mans heri, veitt hesa tænastu til alt umhvørvi í sundalagnum inntil hann fór burtur í 2006.
Í 2007 tók Oddmar Færø við sum tannlækni í Sundalagnum.
Virksemi er økt síðan , soleiðis at vit í dag hava 2 tannlæknar, 1 tannrøktara, 3 tannástøðingar í starv. Tannteknikkari er eisini knýttur at Tannstovuni.
Mestsum øll tannviðgerð fæst í dag í sundalagnum og eru vit fegin at hjálpa tær um tørvur er fyri tí.
Tú kanst altíð ringja og fáa eitt prát við okkum.
VIÐGERÐ
Tannstovan bjóðar eina breiða viftu av viðgerðum, sum allar eru á hægsta støði. Alt frá fyribyrgjandi kanningar og tannreins til restorativa og prostetiska viðgerð, umframt tannrættan av kosmetiskum uppruna, implantat ísetan, krúnir og brúgvar. Alt gjørt við tí nýggjastu teldustýrdu tøkni.
Tannstovan bjóðar eina tannlæknatænastu í einum ljósum, friðarligum og hugnaligum umhvørvi, har bert tey nýggjastu tólini innan viðgerð og diagnostik verða nýtt. Hetta tryggjar øllum eina góða og trygga tannlæknaviðgerð. Til ber at ringja og fáa eina tíð á telefon 422422 hvønn gerandisdag millum 8 og 16 ella senda teldupost á info@tannstovan.fo