NÝGGIR PATIENTAR
Tannlæknastova hevur síðan 1980 verið í sundalagnum og hevur veitt viðgerð, bæði til vaksin og børn.
Hans Jørgen Jensen, tannlækni, byrjaði hetta verk og hevur gjøgnum næstan 25 ár við sínum ein mans heri, veitt hesa tænastu til alt umhvørvi í sundalagnum inntil hann fór burtur í 2006.
Í 2007 tók Oddmar Færø við sum tannlækni í Sundalagnum.
Virksemi er økt síðan , soleiðis at vit í dag hava 2 tannlæknar, 1 tannrøktara, 3 tannástøðingar í starv. Tannteknikkari er eisini knýttur at Tannstovuni.
Mestsum øll tannviðgerð fæst í dag í sundalagnum og eru vit fegin at hjálpa tær um tørvur er fyri tí.
Tú kanst altíð ringja og fáa eitt prát við okkum.
BRÁÐFEINGIS-
VIÐGERÐ
Bráfeingisviðgerð kann fást hvønn vanligan arbeiðsdag. Hetta er galdandi fyri patientar, sum ganga regluliga á Tannstovuni. Ringjast kann á 422422. Rátt verður til at ringja so tíðliga um morgunin sum til ber fyri at fáa tíð sama dag.
Aðrir patientar kunnu ringja um bráðfeingisviðgerð og verða tíðir givnar, har pláss er fyri tí.
VIKUSKIFTI OG HALGIDAGAR
Ein vaktarskipan er sett í lag fyri allar patientar um vikuskifti og halgidagar. Ringjast kann á 314544 har nærri boð verður givin.
Hendan skipan virkar soleiðis:
Vakthavandi tannlækni svarar millum kl. 10.00 og 11.00
Trýst 1 um tú ert eystanfyri Norðskálatunnilin (norðureftir)
Trýst 2 um tú ert vestanfyri Norðskálatunnilin (suðureftir)
Vaktgjaldið er kr. 690,- umframt viðgerð